UNICEF Danmark

NGO

56 følgere

Føroyskur pengainnsavnari hos UNICEF Danmark

So hava vit rætta starvið til tín!
Gerst ein partur av okkara vælvirkna og dugnaliga nýggja føroyska fundraisara toymi, sum gjøgnum sterkan boðskap og jaligar telefonsamrøður fær nýggj heimsforeldur til vega fyri at hjálpa heimsins neyðstøddu børnum. Sum føroyskur fundraisari hjá UNICEF DANMARK gerst tú ein partur av einum serfrøðiligum avriksbrennidepli í blómandi menning.
UNICEF DANMARK liggur í útnyrðingspartinum av Keypmannahavn, har allir okkara fundraisarir vanliga ringja frá. Sum støðan er nú við koronukreppuni arbeiða vit tó heimanifrá. Vit vita ikki hvussu leingi tað varar. Vit arbeiða samstundis við møguleikanum fyri eini varandi skipan, har tú arbeiðir heimanífrá eisini eftir tiltøkini ímóti koronu eru avtikin. Henda skipanin er tó treytað av úrslitum og støðufesti.
Vit hava fleiri enn 75.000 donsk heimsforeldur í UNICEF DANMARK, sum ganga saman um at gera ein sera stóran mun í lívinum hjá neyðstøddum børnum. Tann fíggjarliga hjálpin sum hesir limirnir stuðla við merkir at vit kunnu, millum annað, hjálpa við lívbjargandi hjálp, útbúgving, læknahjálp og tryggja børnunum eina betri framtíð.
Higartil hevur okkara fundraising verið avmarka til okkara limir í Danmark, men sum nakað heilt nýtt bjóða vit okkara limum í Føroyum møguleikan at gerast partur av okkara UNICEF familju, sum hevur til endamáls at hjálpa heimsins neyðstøddu børnum.
Tí leita vit eftir nýggjum føroyingum at verða umboð fyri rættindi barnanna og sum gjøgnum telefonmarkaðarføring kunnu fáa nýggj heimsforeldur til vega í Føroyum.
Vit bjóða:

  • Eitt sera áhugavert starv hjá UNICEF, har tú lærir um okkara hjálpararbeiði og samstundis fært tú eisini møguleikan at verða við frá byrjanini í eini nýggjari fundraisingarætlan innan ein nýggjan marknaða.
  • Møguleika fyri at menna seg starvsliga. Til dømis eru fleiri í leiðsluni fyrrverandi fundraisarir - við tolsemi, drive og góðum úrslitum ber nógv til.
  • Møguleika fyri at starvast við marknaðarføring, fundraising og samskiftað fyri heimsins størsta barnafelagskap.
  • Eina fasta tímaløn, møguleika fyri lønarhækking, alt eftir úrslit og starvsaldur.
  • Ókeypis mat-, frukt- og kaffiskipan á skrivstovuni í Keypmannahavn.
  • Sosial tiltøk, áhugaverdar fyrilestrar og góðar starvsfelagaðar, summarhugnað og jólaborðhald.
  • Eina einastandandi útbúgvingarskipan har tú lærir um marknaðarføring, samskifti, retorikk og fundraising.

Arbeiðspláss

  • Skrivstovan er á Rentemestervej 62, København NV. Vit búleikast í nýggjum og flottum hølum og á takinum hava vit tað besta hátúnið í Keypmannahavn.
  • Sum støðan er nú við koronukreppuni fær tú útflýggja headsett frá UNICEF, men tú skalt brúka egnu teldu og sambandi við alnótina skal vera gott. Tá ið vit so venda aftur til skrivstovuna, syrgja vit fyri at telda, headsett og alnetið er tøkt.

Arbeiðstíðirnar og løn

  • Tú skalt arbeiða 2 til 5 vaktir um vikuna, men tað er sjálvboðið hvar vaktirnar skullu leggjast:
  • Dagvaktirnar eru frá kl. 09.45 til 16.00. Mánadag – fríggjadag.
  • Kvøldvaktirnar eru frá kl. 16.45 –til 20.45. Mánadag – hósdag.
  • Undir útbúgvingartíðini (2-4 vikur) eitur tímalønin 125 kr og síðani er lønin 135 kr um tíman, við møguleika fyri lønarhækking alt eftir úrsliti og persónligum royndum.

Ert tú væl fyri í føroyskum, bæði í skrift og talu, vilja vit fegin tosað við teg. Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Line Sørensen á telefon +45 30459963 ella við at skriva til Loesoerensen@unicef.dk
Send umsóknina við at trýsta á “send umsókt” knøttin niðast á síðuni.
Um UNICEF
UNICEF er tann felagsskapurin sum heimsins lond hava valgt at ganga á odda við at bjarga barnalívum og tryggja at tað gongur teimum væl. UNICEF arbeiðir fyri øll heimsins børn, men við einum serligum ansi á heimsins ringast stillaðu børnum. Karmarnir eru Barnarættindasáttmálin hjá ST og øll íløgan er treyta av sjálvbodnum stuðli. UNICEF er rødd barnanna, tann hjálpandi hondin, uttan mun til, hvar tey búgva og tann lívbjargandi bráðfeingisneyðhjálpin undir stríð og vanlukkum. Vit bjarga lív barnanna frá tey eru í móðurlívið til vaksnamannalívið. Nærri upplýsningar kunnu finnast á www.unicef.dk